Samband

Áarstova
Gongin 1
100 Tórshavn
Faroe Islands

Tel. +298 333000
aarstova@aarstova.fo

John Mikkelsen
Restaurant manager
Tel. +298 217547
john@aarstova.fo

Stutt søga

Umhvørvið um ósan og Vertshúsið var stutt fyri 1900 ein miðdepil í Havnini. Her umskaraðust bygd og býur, hav og land, tað heimliga og tað fremmanda. Her frættust tíðindi, her var kjakast um mentanarligar spurningar. Á Vertshúsinum gistu føroyskir politikarar, skotskir lordar, hollendskir greivar, onkur íslendskur flytifuglur. Hann, sum átti Vertshúsið og skipaði fyri har, var Hans Andreas Djurhuus (1836-1908), róptur Dia á Vertshúsinum. Hann hevði verið bestimaður við sluppini Fox og sum ungur siglt sum langfaramaður upp á Kina og Suðuramerika.

Dia á Vertshúsinum var farbróðir at Janusi og Hans Andriasi Djurhuus. Teir vuksu upp á hesum stað, spældu í ánni, reikaðu niðri í ósanum og høvdu sína gongd eisini inni á Vertshúsinum. Niðri á Kongabrúnni komu gestir upp á land, og mangir teirra gistu á Hotellinum. Tarin í ósanum bar við sær tann eksotiska rákan av fjarum londum. Niðanfyri var træbrúgvin, longur uppi grótbrúgvin. Undir teimum streymaði áin, bar við sær alt, hon hevði sæð og hoyrt á síni longu ferð oman úr fjøllunum, sang seg inn í tað viðkvæma dreingjasinnið og gav tí veingir.

Búmerkið